Gudstænasta í gjónni

12. aug. 2016

Sunnudagin 14. august 2016, klokkan 14, verður guðstænasta í gjónni við Gjógv. Tað verður við prestunum Bergtóri Hjelm Bjarkhamar og Emil Olsen. Umframt felagssálmasangin fer Vestmanna Sangkór, stjórnað av Benjamin Gaasedal, at syngja undir gudstænastuni. Urguleikari verður Gudmundur Mortensen.

– Nú summarið fer at halla, kundi tað eisini verið ein góð útferð hjá avbygdarfólki til Gjáar henda dagin. Veðurforsagnirnar benda á, at tað verður turt og bert lítil vindur, siga fyrireikararnir.

Sunda kommuna boðar frá, at í samband við gudstænastuna verða litaðu ljósini í Gjónni tendraði um vikuskiftið. 

Prestarnir og sangkórið bjóða øllum vælkomnum.


Seinastu tíðindi

Skrá fyri guðstænastuna í Gjónni
11. aug. 2023
Guðstænasta í Gjónni
20. jul. 2023
Lions stuðlar bygdarhúsinum
05. jun. 2023
Aðalfundur
25. nov. 2022
Jólaguðstænasta úti
24. des. 2021
Ester sang í kirkjuni
19. des. 2021
Leiga bygdarhúsið
03. sep. 2021
Vinnararnir á lutaseðlinum
29. aug. 2021
Guðrið Hansdóttir í kirkjuni
04. aug. 2021
Jólatræ í dansistovuni
26. des. 2019