Gjáarveitslan 2016

15. apr. 2016

Nú er seinasta freist at tekna seg til Gjáarveitsluna 23. apríl 2016:

Bygdarveitsla 23. apríl.
94 hava higartil tekna seg til veitsluna. Tað eru vit stak væl nøgd við. Gott pláss er í bygdarhúsinum og her fer enn ein áheitan út at tekna seg til veitslu - freistin er 17. apríl. Torført er at røkka øllum áhugaðum gjøgnum sosialu miðlarnar og heimasíðuna og tí fara vit at heita á tykkum øll um at siga øðrum frá. Fyri 450 kr fáa tit 3 rættir, sum Gjáargarður borðreiður við, durasnaps, vín afturvið matinum, orkestur, sum spælir til dan...s til tann ljósa morgun og ikki at gloyma hugnaliga samveru við hugnaligum veitslugestum.

Kostnaðurin fyri veitsluna verður eins og undanfarin ár 450 kr fyri vaksin og 150 kr fyri børn 14 ár og yngri. Til ber at tekna seg hjá fyrireikarunum og við at flyta pening á konto 9181-1565550.

Vit gleða okkum!

Veitslunevndin

Símun Joensen tlf 222258 ella teldupost simun.joensen@gmail.com 

Oda Mørkøre tlf 292539 ella teldupost oda-m@post.olivant.fo 

Katrin Gullbein tlf 274537 ella teldupost katrin.gullbein@skulin.fo 

Hergerð Heldarskarð tlf 234554 ella teldupost hergerd@ls.fo 


Seinastu tíðindi

Skrá fyri guðstænastuna í Gjónni
11. aug. 2023
Guðstænasta í Gjónni
20. jul. 2023
Lions stuðlar bygdarhúsinum
05. jun. 2023
Aðalfundur
25. nov. 2022
Jólaguðstænasta úti
24. des. 2021
Ester sang í kirkjuni
19. des. 2021
Leiga bygdarhúsið
03. sep. 2021
Vinnararnir á lutaseðlinum
29. aug. 2021
Guðrið Hansdóttir í kirkjuni
04. aug. 2021
Jólatræ í dansistovuni
26. des. 2019