Lóg fyri felagið Gjómann

§ 1 Navn og heimstaður. 

Navn felagsins er Gjómaður, og heimstaður felagsins er Gjógv.

 

§ 2 Endamál. 

Endamál felagsins er at savna og varðveita fornminnir við Gjógv og annað í hesum sambandi.

 

§ 3 Limaskapur. 

Ein og hvør kann gerast limur við at venda sær til felagið. Ein samd nevnd kann nokta persóni limaskap. Verður persóni noktaður limaskapur, kann hann leggja spurningin fyri fyrstkomandi aðalfund til støðutakan. 

Aðalfundurin ásetur støddina á limagjaldinum. Limur, sum ikki er fyltur 16 ár, rindar hálvt limagjald. Limur kann siga limaskap sín upp. Nevndin kann strika lim úr felagnum, um viðkomandi er í eftirstøðu við limagjaldi í meira enn 1 ár, hevur brotið viðtøkur felagsins ella á annan hátt grovt hevur forbrotið seg. Viðkomandi limur kann leggja spurningin fyri fyrstkomandi aðalfund til støðutakan.

 

§ 4 Aðalfundir. 

Aðalfundurin, sum verður hildin við Gjógv ella í Tórshavn, er hægsti myndugleiki felagsins. Ársaðalfundur verður hildin áðrenn apríl mánaður er farin. 

Nevndin kallar inn til aðalfundar við lýsing í almennum fjølmiðli við í minsta lagi 14 daga varningi. Í innkallingini skal verða sagt frá fundarstaði, -tíð og -skrá. 

Mál, sum limir vilja hava til viðgerðar, skulu vera nevndini í hendi í minsta lagi 21 dagar undan aðalfundinum. Í fundarboðunum verða innkomin mál stutt endurgivin, men skulu liggja frammi í fullum líki á skrivstovu felagsins í minsta lagi 8 dagar undan fundinum.

 

Á ársaðalfundinum er fundarskráin hendan: 

* Val av fundarstjóra. 

* Frágreiðing nevndarinnar fyri farna árið, eins og ætlanir fyri komandi ár. 

* Framløga av roknskapi og fíggjarstøðu til góðkenningar. 

* Val av nevndarlimum og tiltakslimum. 

* Val av grannskoðara. 

* Innkomin mál. 

* Ymiskt.

 

Fundarstjórin ger av í øllum ivaspurningum á fundinum. Hann kann vera nevndarlimur. Atkvøðugreiðsla fer fram skrivliga, um ikki aðalfundurin góðkennir annan atkvøðuhátt. 

Bert limir, sum hava fylt 14 ár, hava atkvøðurætt. Valbærur er limur, sum er fyltur 18 ár.

 

§ 5 Eykaaðalfundir. 

Eykaaðalfundur verður hildin, tá ið nevndin heldur tað vera neyðugt ella tá ið 25 limir krevja tað. Mannagongdin á eykaaðalfundi er tann sama sum á ársaðalfundi.

 

§ 6 Nevndin 

Felagið verður stýrt av eini 5 manna nevnd. Nevndarlimir verða valdir annaðhvørt ár. Soleiðis at líka ár standa 2 fyri vali og ólíka ár standa 3 fyri vali. Nevndin skipar seg sjálv. 

2 tiltakslimir verða valdir fyri eitt ár í senn. Nevndin heldur fund, so ofta hon heldur tað vera neyðugt. Nevndin er viðtøkufør, tá ið 3 nevndarlimir eru á fundi. 

Nevndin kann gera reglugerð fyri virksemi sítt. Fer nevndarlimur frá í úrtíð, kemur fyrstvaldi tiltakslimur í hansara stað. 

Gerðabók verður førd fyri allar aðal- og nevndarfundir. 

Nevndin kann velja undirnevndir at taka sær av ávísum málum. Í slíkum undirnevndum skal minst ein nevndarlimur vera.

 

§ 7 Tekningarreglur. 

Felagið verður teknað av samlaðu nevndini. Til sølu ella veðseting av føstum ognum krevst aðalfundarsamtykt.

 

§ 8 Heftilsi. 

Felagið heftir bert fyri skyldum sínum við teimum til eina og hvørja tíð verandi ognum, sum hoyra felagnum til. Limirnir ella nevndin hefta ikki persónliga fyri felagsins skyldum, men bert við sínum limagjaldi.

 

§ 9 Roknskapur. 

Roknskaparár felagsins er álmanakkaárið. Fyrsta roknskaparár er frá stovnan felagsins og til 31. december 2007. 

Roknskapurin verður grannskoðaður av einum á aðalfundi valdum grannskoðara, sum hevur rætt at kanna felagsins bøkur og skjøl, tá ið hann ynskir tað.

 

§ 10 Viðtøkubroytingar. 

At broyta viðtøkurnar krevst, at í minsta lagi 2/3 av møttu limunum atkvøða fyri.

 

§ 11 Avtøka. 

At taka felagið av krevst, at í minsta lagi 2/3 av limum felagsins eru á fundi og samstundis eisini atkvøða fyri. Er ikki neyðugi meirilutin av limunum á fundi, kann nevndin kalla inn til eykaaðalfundar, har felagið kann verða tikið av, um 2/3 av givnum atkvøðum eru fyri, líkamikið hvussu nógvir limir eru møttir. 

Verður felagið tikið av, velur aðalfundurin ein ella fleiri likvidatorar. Eitt møguligt avlop skal nýtast til eitthvørt vælgerandi endamál.

 

Soleiðis samtykt á stovnandi aðalfundi tann 9. januar 2007.