Neli kattakongur

Aftur í ár skipaði bygdarfelagið fyri tunnusláing føstulávints mánadag. Undirtøkan var góð, og tað endaði við at næstelsti maður, ið luttók, gjørdist kattakongur. Tað var Kornelius Johannesen (Neli), sum nærkast væl 80. Aftaná var pottasláing inni… Les meira
Heðin las upp yrking í bygdarhúsinum

Á hugnakvøldinum í bygdarhúsinum í kvøld høvdu vit vitjan av bygdarmanni okkara, Heðin M. Klein. Heðin er kendur yrkjari, sum hevur givið út fleiri yrkingasøvn. Seinasta yrkingin hjá Heðin er "Tað orðið", sum er ein long yrking í fleiri pørtum, ið… Les meira
Fyrilestur um Martin Luther

Sunnukvøldið 24. september helt David Johannesen, prestur, fyrilestur um Martin Luther. Fyrilesturin var í bygdarhúsinum, og hann var eitt av teimum tiltøkunum, ið verða gjørd kring landið nú í heyst í samband við, at tað eru liðin 500 ár síðani Mar… Les meira
Vinnararnir á lutaseðlinum 2017

Vinnararnir á lutaseðlinum í samband við eydnuhjólið hjá Gjáar Samkomuhúsi 10.09.2017: 1. Gávukort frá Á-handlunum virði 3.000 kr. Ljósareiður seðil nr. Ú 069. (Er avheintað)2. 1 kassi sodavatn. Gulur seðil nr. V 0343. Nakkasteik. Ljósareyður seðil… Les meira
Guðstænasta í gjónni

Annað árið á rað varð skipað fyri guðstænastu í gjónni sunnudagin 13. august 2017. Aftur í ár var hetta gjørt í samstarvi við Vestmanna Sangkór undir leiðslu av Benjamin Gaasedal, og í ár høvdu tey eisini fingið fatur í einum samansettum hornorkestr… Les meira
Aðalfundur 2017

Felagið Gjómaður hevur ársaðalfund í M. A. Winthersgøtu 5, Tórshavn Mikukvøldið 19. Apríl 2017, kl. 19.00. Skrá: 1. Val av fundarstjóra2. Frágreiðing nevndarinnar fyri farna árið, eins og ætlanir fyri komandi ár. 3. Framløga av roknskapi og fíggja… Les meira
Ganga ta gomlu kirkjugøtuna
Viðrar, ætlar kirkjuliðið við Gjógv at ganga ta gomlu kirkjugøtuna frá Gjógv til Funnings sunnudagin 28. august 2016. Byrjað verður við kirkjuna við Gjógv kl. 15.00. Gingið verður eftir gomlu kirkjugøtuni heim gjøgnum dalin, har fyrsti steðgurin er… Les meira
Gudstænasta í gjónni
Sunnudagin 14. august 2016, klokkan 14, verður guðstænasta í gjónni við Gjógv. Tað verður við prestunum Bergtóri Hjelm Bjarkhamar og Emil Olsen. Umframt felagssálmasangin fer Vestmanna Sangkór, stjórnað av Benjamin Gaasedal, at syngja undir gudstænas… Les meira
Ruddingardagurin 2016
Árligi ruddingardagurin við Gjógv verður leygardagin 28. mai 2016. Byrjað verður við morgunmati í bygdarhúsinum kl. 10 og so verður ruddað til kl. 17, tá vit aftur hittast í bygdarhúsinum til døgurða. Aftur í ár verður møgulleiki at tekna seg til ein… Les meira
Gjáarveitslan 2016
Nú er seinasta freist at tekna seg til Gjáarveitsluna 23. apríl 2016: Bygdarveitsla 23. apríl.94 hava higartil tekna seg til veitsluna. Tað eru vit stak væl nøgd við. Gott pláss er í bygdarhúsinum og her fer enn ein áheitan út at tekna seg til veits… Les meira
Samkensla við Bruxelles

Í samband við terroratsóknirnar í Bruxelles í Belgia týsdagin 22. mars 2016 har nógv vóru dripin og enn fleiri særd, nógv álvorsliga, vilja vit við Gjógv vísa belgiska fólkinum samkenslu við at lata ljósini í Gjónni lýsa við litunum í belgiska flaggi… Les meira