Gjógv
Stødd: 18,5 kvadratkilometrar.
Bygdin hevur fingið navnið av teirri um leið 200 m longu gjónni, ið er norðanvert við sjálva bygdina.
Hildið verður, at Gjógv er niðursetubygd úr Funningi. Tann elsta búsetingin, fólk vita um, hevur verið Eysturi við Garðar á leið har, kirkja og kirjugarður eru, og oman fyri har. Bygdin er fyrstu ferð nevnd í 1584; men hon er ivaleyst nógv eldri enn so.
Gjógv hevur verið av bestu útróðrarplássum í landinum. Her var nógvur útróður í gomlum døgum, og tríggir handlar keyptu tá útróðrarfiskin, sum teir flaktu, saltaðu, turkaðu og seldu sum klippfisk av bygdini. Her hava eisini verið menn, ið bæði hava átt skip og partar í skipi, og onkuntíð hava verið umleið 70 skipsmenn í bygdini. Undir seinna heimsbardaga róðu einir 13 bátar út frá Gjógv um summarið, og var allur hesin fiskur førdur til Fuglafjarðar og haðani á bretska feskfiskamarknaðin at selja.
Bygdin hevur fleiri ferðir verið fyri svárum missi á sjónum. Í tí hálvu øldini (1870-1920) hava ikki færri enn 33 bygdarmenn látið lív av báts- og skipsvanlukkum, og síðani tá eru eisini aðrir farnir av somu ávum. Teimum til heiðurs hevur bygdarfólkið reist ein prýðiligan minnisvarða, sum stendur Eystur í Kinnini. Tað er listamaðurin Frithjof Joensen, ið gjørdi henda minnisvarða, ið var avdúkaður 1. august 1971.
Til bygdina liggja 15 merkur óðalsjørð, ið ber bæði nógvan og góðan seyð, og merkisverdur er tann nógvi bøurin, ið forfedrarnir hava velt báðumegin Stórá til epli og føði til fenaðin.
Skúlin er bygdur í 1883, og kirkjan er vígd í 1929, og var tað fyrstu ferð, at øll kirkjuvígsla er farin fram á móðurmálinum. Altartalvuna hevur Niels Kruse, listamaður, á Eiði, málað. Myndaevnið, ið tikið er úr Halgubók, sýnir ein føroyskan bát, sum rør innan úr Djúpunum til lands, og har ein av bátsmanningini fer íkóti Jesusi, ið kemur gangandi á sjónum til teirra. Gjáar samkomuhús er karmur um mentanarvirksemið í bygdini. Ungmannafelagið Norðstjørnan hevur eisini sítt virksemi í hesum nútímans húsum, sum ferðafólk eisini dúgliga plaga at leiga.
Frá 1. januar 1948 til 31. december 2004 var Gjógv kommuna, men 1. januar 2005 bleiv bygdin partur av Sunda kommunu. Undir seinna heimsbardaga vóru einusinni 283 fólk og 53 skúlabørn í bygdini, men eftir kríggið fluttu fleiri húski heiman, unga fólkið fór at læra og búsetti seg aðrastaðni, so nú búgva bara umleið 50 fólk við Gjógv, og er meginparturin av teimum gomul fólk. Í bygdini eru stívliga 50 hús. Av teimum stendur nú helvtin tóm, og nøkur fá fólk búgva í hinum húsunum.
Í 1982 fór eitt partafelag undir at gera betongelementir í nýggjum elementvirki, sum stendur Eysturin á Fløtum. Tá ið mest var at gera í 80-árunum, arbeiddu eini 8 fólk á virkinum, og um tað mundið var virkisbygningurin eisini vaksin munandi. Elementvirkið hevur gjørt betongelementir bæði til stórar bygningar, flakavirki og til sethús, garðar, bilhús o.s.fr. Í løtuni arbeiða eini 4-6 fólk á virkinum, sum er einasta av sínum slag í landinum.
Tann 1. juni 1985 var P/f Gjáarsmolt stovnað. Fóðurhøllin var bygd í 1986, og vaksið er um støðina síðan. Á smolstøðini arbeiddu umleið 6 fólk, men fyrst í 2004 fór støðin á húsagang orsaka av vánaligu støðuni í alivinnuni. Hetta varð ein stórur smeitur fyri bygdina, tí hetta var eitt stórt og týdningarmikið arbeiðspláss í einari bygd, har útboðið av arbeiðsplássum er lítið.
Síðani er smoltstøðin latin upp aftur, nú sum partur av Bakkafrost-samtakinum.
Í 1984 fór vallaraheimið Gjáargarður at taka ímóti ferðafólkum. Húsini, sum eru í 4 hæddum, hava flagtekju, og hava tey røtur í fornum, føroyskum byggisniði, samstundis sum tey eisini hava ein suðurlendskan dám yvir sær. Í ovastu hædd eru koyggjusengur, og í hinum hæddunum eru vanlig kømur. Í húsunum er pláss fyri 100 fólkum at sova.
Gjógv man vera millum tær bygdir, tey flestu ferðafólk plaga at vitja. Ei undur í, at so er, tí fyri vestan - og sostatt á leiðini higar - standa hægstu fjøll landsins. Her er eisini nógv tann størsta og sjáldsamasta gjógvin í landinum, og her ber til hjá ferðafólki at njóta ta stórbæru, føroysku náttúruna í øllum sínum veldi og vakurleika.
Ferðamál: Minnisvarðin og kirkjan, ein gamal handil, Gjógvin, Niðari Nasi og Niðan á Egg. Saman við staðkendum ferðaleiðara: Niðan á Barm, Norð á Múla (at síggja sólsetur), á Ambadal (at síggja Búgvan), Eystur á Skarð, Á Tyril og á Gráfelli.