Aðalfundur
Aðalfundur Bygdarfelagið Gjáar Samkomuhús hevur aðalfund í bygdarhúsinum sunnudagin 4. december 2022, kl. 16.00. Skrá sambært lógini. Nevndin Les meira
Jólaguðstænasta úti

Jólaaftan og jóladag eru kirkjurnar stongdar vegna coronuvanda. Hetta hava bispur og dómpróstur gjørt av. Tí valdi kirkjuráðið við Gjógv, saman við Jonhard Jógvansson, presti, í staðin at hava stutta útiguðstænastu jólaaftan kl. 16.30. Sungnir vóru… Les meira
Ester sang í kirkjuni

Í samband við guðstænastuna 4. sunnudag í advent var serligur sangur í kirkjuni. Umframt vanligu sálmarnar, sum hoyra til guðstænastuna, so sang Ester Kristiansen 4 sangir/sálmar. Í staðin fyri preludium sang Ester ein sálm uttan fylgispæl, og bein… Les meira
Leiga bygdarhúsið

Bygdarhúsið Gjáar Samkomuhús verður leigað út til ymisk tiltøk. Eitt nú ber til hjá skúlaflokkum, barnagørðum, familjum v.m. at leiga húsið at gista í. Gunnvá Róðá tekur sær av útleigingini. Tosið við hana á tlf. 284603. Les meira
Vinnararnir á lutaseðlinum

Í dag 29. august 2021 skipaði bygdarfelagið Gjáar Samkomuhús fyri eydnuhjóli til frama fyri bygdarhúsið. Væl av fólki var til tiltakið, sum gav fitt av peningi, sum vit takka hjartaliga fyri. Seldir vórðu lutaseðlar, og vinnararnir av lutaseðlunum… Les meira
Guðrið Hansdóttir í kirkjuni

Í dag hevði Guðrið Hansdóttir konsert í Gjáar Kirkju. Konsertin var ein partur av skránni hjá Summartónum. Guðrið sang eldri og nýggjari løg, sum hon hevur ella fer at geva út. Størsti parturin av skránni var frá komandi útgávu, sum kemur seinni í… Les meira
Jólatræ í dansistovuni

Tað er gamal siður við Gjógv at hava jólatræ fyri børnum í dansistovuni annan jóladag. Soleiðis var eisini í ár, og her eru nakrar myndir frá tiltakinum. Les meira
Jólatræið tendrað

Í kvøld, 5. december 2019, kl. 20 varð jólatræið við Gjógv tendrað. Heðin Zachariasen, borgarstjóri, bjóðaði vælkomin, og Jonhard Jógvansson, prestur, segði nøkur orð. Áðrenn og aftaná spældi Eiðis Ljómfelag fleiri jólaløg, og at enda komu jólamenn… Les meira
Aðalfundur
Felagið Gjómaður hevur ársaðalfund í skúlanum 3. november 2019, kl. 16.00. Skrá: 1. Val av fundarstjóra 2. Frágreiðing nevndarinnar fyri farna árið, eins og ætlanir fyri komandi ár 3. Framløga av roknskapi og fíggjarstøðu til góðkenningar 4. Val… Les meira
Eydnuhjól fyri bygdarhúsið

Sunnudagin 22. september 2019 skipar bygdarfelagið Gjáar Samkomuhús fyri eydnuhjóli í bygdarhúsinum. Avlopið av hesum tiltaki fer til at fíggja virksemi hjá bygdarfelagnum, m.a. at halda við líka bygdarhúsið, sum av og á tørvar eina hjálpandi hond.… Les meira
"Marin" á palli við Gjógv

Í dag var frumsýning av dukkuleikinum Marin, sum Helena Fríðheim hevur skrivað og framførur saman við øðrum. Leikurin byggir á gamla søgn við Gjógv um eitt barn, ið varð tikið av einari ørn, men sum kom afturíaftur seinni. Fult av fólki var til frum… Les meira
Dukkuleikur við Gjógv

Premiera av dukkuleikinum Marin verður í dansistovuni við Gjógv í morgin 10./6, kl 16 .Tað hevði glett meg at sæð Gjáarfólk til hesa fyrstu sýning, Atgongumerkið á 80 kr Les meira
Opið hús á Gjáargarði

Gjáargarður lat í dag dyrnar upp fyri fólki, sim hevði hug at síggja hotellið. Nýggi stjórin, Inga Foldbo Hjalnafoss bjóðaði væl komin og greiddi frá um hotellið. Øll blivu bjóðað til bufeina at fáa sær okkurt gott at eta og drekka. Eitt av endamá… Les meira
Kristian Jákup kattakomgur

Árliga tunnusláingin var sum vanligt føstulávintsmánakvøld. Í ár var tað Kristian Jákup, sum bleiv kattakongur, meðan abbadóttir hansara, Kristfríð, vann pottasláingina, so í ár fóru øll steyoini í sama hús. Les meira
Opið hús á Gjáargarði

Gjáargarður lýsir eitt spennandi summarstarv leyst, og í tí høvi verða øll – kend og ókend – boðin til opið hús leygardagin 9. mars frá 13-16. Har verður m.a. livandi tónleikur og stórt sjálvtøkuborð. Gjáargarður sóknast eftir starvsfólkum at arbeið… Les meira
Eiðis prestagjald innstillað prest

Á felags fundi í dag, tann 31. januar 2019, hava kirkjuráðini í prestagjaldinum innstillað Jonhard Jógvansson, ið er ættaður úr Saltangará, til embætið sum komandi sóknarprestur teirra. Komandi sóknarpresturin tekur ætlandi við embætinum 1. juli 201… Les meira
Emil hevði fráfaringarguðstænastu

Emil Olsen, sum hevur verið prestur í Eiðis prestagjaldi eitt mannaminni, hevur nú valt at leggja hetta starv frá sær. Sunnudagin 20. Januar 2019 hevði hann sína seinastu regluligu guðstænastu í Gjáar kirkju. Emil varð settur í starv sum sóknarpres… Les meira
Bergtórur syngur í Gjáar Kirkju

Seinnapartin sunnudagin 13. Januar 2019 var serlig sangguðstænasta í kirkjuni við Gjógv. Emil Olsen, prestur, hevði tænastuna og bøn. Ætlanin var, at Esther Nónsgjógv skuldi syngja, men beint áðrenn legðist hon við beinkrími, so hon mátti melda avb… Les meira
Gleðilig jól

Vit ynskja øllum eini gleðilig jól! Les meira
Neli kattakongur

Aftur í ár skipaði bygdarfelagið fyri tunnusláing føstulávints mánadag. Undirtøkan var góð, og tað endaði við at næstelsti maður, ið luttók, gjørdist kattakongur. Tað var Kornelius Johannesen (Neli), sum nærkast væl 80. Aftaná var pottasláing inni… Les meira