Ganga ta gomlu kirkjugøtuna

22. aug. 2016

Viðrar, ætlar kirkjuliðið við Gjógv at ganga ta gomlu kirkjugøtuna frá Gjógv til Funnings sunnudagin 28. august 2016.

Byrjað verður við kirkjuna við Gjógv kl. 15.00.

Gingið verður eftir gomlu kirkjugøtuni heim gjøgnum dalin, har fyrsti steðgurin er Heimi undir Skarði, við Líkstein, har teir plagdu at hvíla, tá teir bóru lík heim til Funnings til gravar. Her verður greitt frá, eins og prestur biður eina bøn.

Eftir steðgin har verður gingið víðari móti Funningi. Næsti steðgur er við Kirkjustein uppi á Hóvabrekku. Har kemur kirkjan í Funningi undan, og tey, sum ikki orkaðu at ganga oman til Funnings og niðan aftur, plagdu at steðga har. Við Kirkjustein verður eisini greitt frá, eins og prestur biður eina bøn.

Síðani verður gingið oman til Funnings. Niðan fyri bøgarðin er eisini ein steinur, ið kallast Líksteinur, har hvílt varð seinastu ferð, tá lík varð borið heim til Funnings, og vit leggja leiðina fram við hesum steininum eisini á veg oman til Funnings.

Í Funningi verður andakt í kirkjuni. Um tað eru so nógv fólk, at ikki øll rúmast í kirkjuni, verður andaktin uttanfyri.

Øll eru vælkomin til hetta tiltakið!


Seinastu tíðindi

Eydnuhjól fyri bygdarhúsið
07. aug. 2019
"Marin" á palli við Gjógv
10. jun. 2019
Dukkuleikur við Gjógv
09. jun. 2019
Opið hús á Gjáargarði
09. mar. 2019
Kristian Jákup kattakomgur
04. mar. 2019
Opið hús á Gjáargarði
22. feb. 2019
Eiðis prestagjald innstillað prest
31. jan. 2019
Emil hevði fráfaringarguðstænastu
20. jan. 2019
Bergtórur syngur í Gjáar Kirkju
13. jan. 2019
Gleðilig jól
24. des. 2018