Lions stuðlar bygdarhúsinum
Í vetur hava verið gjørdar nokk so umfatandi ábøtur á bygdarhúsið innan.
Talan er um at nýtt loft er lagt í salinum, eins og vindeyguni hava fingið nýggjar rútar og málað er innan. Eisini eru gomlu ljósini skift við meira orkusparandi spot-ljós.
Oljan er vorðin nógv dýrari seinasta árið, og tað merkist eisini hjá bygdarhúsinum. Vit hava tí fingið húsið isolerað betri, so vit tann vegin spara nakað av olju, og harafturat hava vit fingið tvær hitapumpur av slagnum luft-til-luft, sum hita ávikavist salin og loftið.
Vit søktu Lions felagið fyri Eysturoy og Norðoyggjar um stuðul til hitapumpurnar, og tey vóru so lagalig at lata okkum 25.000 kr. í stuðli, sum vit takka hjartaliga fyri.
Á myndini handar Tummas Lervig, formaður fyri Lions í Eysturoy og Norðoyggjum, umboði fyri bygdarhúsið prógv upp á stuðulin.