Skrá fyri guðstænastuna í Gjónni
Hetta átakið tók seg upp fyri sjey árum síðani og gjørdist ein kærkomin siðvenja. Tey tvey koronuárini var onki, men í fjør tóku vit tráðin uppaftur, og væntandi fer gudstænastan í gjónni at verða hildin hvørt ár framyvir.
Í ár verður tað dómpróstur Uni Næs, sum fer at prædika.
Organistur verður Gudmundur Mortensen, og Eiðis Ljómfelag fer eisini at spæla.
Kórsangur verður somuleiðis, og í ár verður tað kórið Silvitni, stjórnað av Cinthia Gonzales Parada. Vit fara eisini at kunna njóta vakran tónleik við gittaraúrmælinginum Sergio Martinez úr Vestmanna/Meksiko.
Viðrar verður dómpróstur skjútsaður inn í gjónna av kvinnumanning úr Sundalagnum.
Øll árini hava fólk tikið fjølment undir við hesi gudstænastuni, og fyrireikararnir eru spentir uppá og vóna, at nógv fólk aftur í ár fara at leita sær í stórbæru náttúruna og góðu løtuna í gjónni.
Kirkjuráð, dómpróvstur, kór og tónleikarar bjóða øllum vælkomnum.
Fólkakirkjan
Skráin fyri guðstænastuna er:
Prestur: Uni Næs, dómpróvstur
Deknur: Sofus Debes Johannesen
Klokkari: Símun Niclasen
Undirspæl til sálmarnar: Gudmund Mortensen, orgulspælari og Eiðis Ljómfelag, Agnar Lamhauge, stjórnar.
1. Samanringing - meðan dómpróvstur verður skjútsaður inn í Gjónna.
2. Præludium: Choral fr. Cantata no 79 Van Beringen/Bach - Eiðis Ljómfelag
3. Præludium: Mai mynd, eftir Knút Olsen - Silvitni
4. Inngangsbøn
5. Felagssálmur nr. 43 (Tin miskunn, o Guð, er sum himinin há)
6. Heilsan
7. Inngangskollekt
8. Lestur
9. Felagssálmur nr. 31 (Ein vakran heim tú, Harri, gav)
10. Amazing grace - William Walkers, guitar: Sergio Martinez
11. Evangelium
12. Bøn + Prædika
13. Ápostólska signingin
14. Felagssálmur nr. 305 (Leið meg Guð, á lívsins veg)
15. Jesu rex Admirabilis, Giovanni da Palestrina - Silvitni
16. Altíð syngur havið, Anne Mette Klementsen - Silvitni
17. Trúarjáttan
18. Kirkjubøn við faðirvár
19. Felagssálmur nr. 370 (Gakk tú tryggur fram við góðum treysti)
20. Útgangskollekt
21. Harrans signing
22. Felagssálmur nr. 689 (Tann dagur, tú gavst)
23. Útgangsbøn
24. Biðisløgini
25. Útgangs lag: Down in the river to pray, trad. Spiritual - Silvitni
26. Útgangs lag: Yellow Mountains, Jacob de Haan - Eiðis Ljómfelag