Jólatræið verður tendrað

20. nov. 2024

Týsdagin 26. november verður jólatræið tendrað og jólamenn í brandbili vitja. 

Nú stundar til jóla, og tíð er aftur at tendra jólatræið. Aftur í ár skipar Sunda kommuna fyri jólatræhaldi, har prestur talar, Eiðis ljómfelag spælir jólasangir, og so tað sum børnini gleða seg mest til: stuttligu jólamennirnir koma við brandbili og bjóða ein leskiligan posa! Eftir jólatræhaldi bjóðar Sunda kommuna rís ala mande og keffi/te/saft. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Jólatræið við Gjógv verður tendrað týskvøldið 26. november 2024, kl. 18.30.

 

Skrá:
Borgarstjórin bjóðar vælkomin – jólatræið verður tendrað
Eiðis ljómfelag spælir
Prestur heldur talu. Jákup E. Petersená talar við Gjógv.
Felagssangur: Gleðilig jól (Eiðis ljómfelag spælir undir)
Eiðis ljómfelag spælir
Jólamenninir koma við brandbilinum - børnini fáa pakka
Øll eru vælkomin til ein drekkamunn í bygdarhúsinum eftir haldið.


Seinastu tíðindi

Jólatræið verður tendrað
20. nov. 2024
Skrá fyri guðstænastuna í Gjónni 11. august 2024
09. aug. 2024
Skrá fyri guðstænastuna í Gjónni
11. aug. 2023
Guðstænasta í Gjónni
20. jul. 2023
Lions stuðlar bygdarhúsinum
05. jun. 2023
Aðalfundur
25. nov. 2022
Jólaguðstænasta úti
24. des. 2021
Ester sang í kirkjuni
19. des. 2021
Leiga bygdarhúsið
03. sep. 2021
Vinnararnir á lutaseðlinum
29. aug. 2021