Heðin las upp yrking í bygdarhúsinum

13. nov. 2017

Á hugnakvøldinum í bygdarhúsinum í kvøld høvdu vit vitjan av bygdarmanni okkara, Heðin M. Klein.

Heðin er kendur yrkjari, sum hevur givið út fleiri yrkingasøvn.

Seinasta yrkingin hjá Heðin er "Tað orðið", sum er ein long yrking í fleiri pørtum, ið fyllir alla bókina. Heðin fekk herfyri M.A. Jacobsens Bókmentavirðislønina fyri hesa bókina.

Heðin las upp alla yrkingina fyri tí fyri okkum stóru fjøldini, ið var møtt upp í bygarhúsinum í kvøld.

Aftan á var høvi at keypa yrkingasøvn hjá Heðini, sum hann signeraði.


Seinastu tíðindi

Ester sang í kirkjuni
19. des. 2021
Leiga bygdarhúsið
03. sep. 2021
Vinnararnir á lutaseðlinum
29. aug. 2021
Guðrið Hansdóttir í kirkjuni
04. aug. 2021
Jólatræ í dansistovuni
26. des. 2019
Jólatræið tendrað
05. des. 2019
Aðalfundur
17. okt. 2019
Eydnuhjól fyri bygdarhúsið
07. aug. 2019
"Marin" á palli við Gjógv
10. jun. 2019
Dukkuleikur við Gjógv
09. jun. 2019