Neli kattakongur

12. feb. 2018

Aftur í ár skipaði bygdarfelagið fyri tunnusláing føstulávints mánadag.

Undirtøkan var góð, og tað endaði við at næstelsti maður, ið luttók, gjørdist kattakongur. Tað var Kornelius Johannesen (Neli), sum nærkast væl 80.

Aftaná var pottasláing inni í bygdarhúsinum, og har eydnaðst Albert Dam at raka pottin so mikið hart, at hann fór í smildur.

Ferðasteyp er til kattakongin, og báðir vinnararnir fáa eisini steyp til ognar.

Kattakongar, ið higartil hava havt ferðasteypið, eru:

1988: Olaf Fríðheim
1989: Jógvan Nónsgjógv
1990: Kornelius Johannesen
1991: Kornelius Johannesen
1992: Jógvan Nónsgjógv
1993: Óli Jákup Niclasen
1994: Sigurd Niclasen
1995: Olaf Fríðheim
1996: Sigurd Niclasen
1997: Jón Matras
1998: Hans Edvard Joensen
1999: Kristian Olsen
2000: Sofus Debes Johannesen
2001: Kristian Jákup Joensen
2002: Kristian Jákup Joensen
2003: Jóhan Kristiansen
2004: Kristian Jákup Joensen
2005: Kristian Jákup Joensen
2006: Kristian Jákup Joensen
2007: Dánjal Jákup Kristiansen
2008: Símun Niclasen
2009: Jóhan Kristiansen
2010: Dánjal Jákup Kristiansen
2011: Jóhan Kristiansen
2012: Dánjal Klein Christiansen
2013: Sofus Debes Johannesen
2014: Atli Hansen
2015: Albert Dam
2016: Ólavur Joensen
2017: Dánjal Jákup Kristiansen
2018: Kornelius Johannesen


Seinastu tíðindi

Skrá fyri guðstænastuna í Gjónni
11. aug. 2023
Guðstænasta í Gjónni
20. jul. 2023
Lions stuðlar bygdarhúsinum
05. jun. 2023
Aðalfundur
25. nov. 2022
Jólaguðstænasta úti
24. des. 2021
Ester sang í kirkjuni
19. des. 2021
Leiga bygdarhúsið
03. sep. 2021
Vinnararnir á lutaseðlinum
29. aug. 2021
Guðrið Hansdóttir í kirkjuni
04. aug. 2021
Jólatræ í dansistovuni
26. des. 2019