Emil hevði fráfaringarguðstænastu
Emil Olsen, sum hevur verið prestur í Eiðis prestagjaldi eitt mannaminni, hevur nú valt at leggja hetta starv frá sær.
Sunnudagin 20. Januar 2019 hevði hann sína seinastu regluligu guðstænastu í Gjáar kirkju.
Emil varð settur í starv sum sóknarprestur í Eiðis prestagjaldi 1. December 1983.
4. december 1983 varð hann prestvígdur, og 11. December varð hann innsettur sum prestur.
Emil hevur sostatt verið prestur hjá okkum í meira einn 35 ár, nú hann leggur frá sær.
Hann verður tó formliga ikki leysur av starvinum fyrr enn 1. Juli, men hetta til tá skal hann hava feriu og farloyvi, so seinasta guðstænastan hjá honum verður á Eiði 10. Februar.
Emil gevst tó ikki heilt at arbeiða, tí 1. Juli fer hann í eitt nýtt starv hjá Føroya Stifti, har hann m.a. skal vera avloysari fyri prestar, ið fara í styttri farloyvi, eins og hann skal hjálpa bispi við ymiskum.
Kirkjufólkið við Gjógv vil fegið takka Emil Olsen hjartaliga fyri trúgva tænastu hesi mongu árini, og onki er at ivast í, at hann fer at vera saknaður, men sum orðatið sigur: “maður kemur í mans stað”.
Aftan á guðstænastuna bjóðaði kirkjuráðið presti og kirkjufólkinum til døgurða á Gjáargarði, har prestur hugleiddi um tíðina her og kirkjufólkið fekk høvi at takka honum fyri trúgva tænastu og ynskja honum alt tað besta framyvir.