Opið hús á Gjáargarði

22. feb. 2019

Gjáargarður lýsir eitt spennandi summarstarv leyst, og í tí høvi verða øll – kend og ókend – boðin til opið hús leygardagin 9. mars frá 13-16. Har verður m.a. livandi tónleikur og stórt sjálvtøkuborð.

Gjáargarður sóknast eftir starvsfólkum at arbeiða í summar, at byrja í apríl, mai ella juni. Hetta summarstarvið er nakað heilt serligt. Uppgávurnar eru sera ymiskar, og tað eru gestirnir eisini, so tí er hvør arbeiðsdagur spennandi. Av tí sama er gott, at starvsfólkahópurin er fjølbroyttur – men sjálvandi uppaftur betri, at øll eru fyrikomandi og arbeiðssom. Tørvur er á fólki at arbeiða fulla tíð og í aðrari vaktarskipan.

Serligt kunningartiltak verður í Roykstovuni, har greitt verður frá, hvat arbeiðið á Gjáargarði inniber. Eisini verður víst á, hvussu føroyska ferðavinnan sær út norðuri við Gjógv. Hetta verður eitt óformelt tiltak, har tú fært hitt núverandi starvsfólk og, hvør veit, kanska eisini komandi starvsfelagar.

So kom til Gjáar og vitja Gjáargarð. Sum nevnt eru øll vælkomin. Vit gleða okkum at síggja tykkum.

Eisini ber til at søkja skrivliga um arbeiði við at senda umsókn til: starv@gjaargardur.fo


Seinastu tíðindi

Skrá fyri guðstænastuna í Gjónni 11. august 2024
09. aug. 2024
Skrá fyri guðstænastuna í Gjónni
11. aug. 2023
Guðstænasta í Gjónni
20. jul. 2023
Lions stuðlar bygdarhúsinum
05. jun. 2023
Aðalfundur
25. nov. 2022
Jólaguðstænasta úti
24. des. 2021
Ester sang í kirkjuni
19. des. 2021
Leiga bygdarhúsið
03. sep. 2021
Vinnararnir á lutaseðlinum
29. aug. 2021
Guðrið Hansdóttir í kirkjuni
04. aug. 2021