Guðstænasta í gjónni

15. aug. 2017

Annað árið á rað varð skipað fyri guðstænastu í gjónni sunnudagin 13. august 2017.

Aftur í ár var hetta gjørt í samstarvi við Vestmanna Sangkór undir leiðslu av Benjamin Gaasedal, og í ár høvdu tey eisini fingið fatur í einum samansettum hornorkestri við blásarum úr Havn, Sørvági og Vestmanna undir leiðslu av Atla Kárason Petersen. Gudmund Mortensen var organistur.

Fuglfjarðaprestur Anne Mette Greve Klementsen prædikaði.

Fyrstu ferð hetta tiltakið var fyriskipað var í fjør, tá eini 300 fólk vóru til staðar. Aftur í ár var veðrið til vildar og millum 500 og 600 fólk vitjaðu tiltakið, og tað eru fyriskipararnir sera væl nøgdir við.


Seinastu tíðindi

Jólatræið verður tendrað
20. nov. 2024
Skrá fyri guðstænastuna í Gjónni 11. august 2024
09. aug. 2024
Skrá fyri guðstænastuna í Gjónni
11. aug. 2023
Guðstænasta í Gjónni
20. jul. 2023
Lions stuðlar bygdarhúsinum
05. jun. 2023
Aðalfundur
25. nov. 2022
Jólaguðstænasta úti
24. des. 2021
Ester sang í kirkjuni
19. des. 2021
Leiga bygdarhúsið
03. sep. 2021
Vinnararnir á lutaseðlinum
29. aug. 2021