Guðstænasta og konsert í Gjónni
Sunnudagin, hin 09. august kl. 15.00 verður serstaka konsertin og guðstænastan í Gjónni við Gjógv.
Árliga siðvenjan, sum savnar væl af fólki hvørt ár, og er eitt sera gott høvi til at njóta eina hugnaliga og gevandi løtu í stórbæru náttúruni.
Í ár verður Ida Lykke Kannuberg prestur, og um viðrar verður leita aftur til søguna, við at skjútsa inn í gjónna, sum eitt minnið yvir gomlu skjúts-pliktina, sum lá á nógvum bygdum í Føroyum í gomlum døgum. Hendan plikt, áðrenn motorarnir komu til landið, var at rógva lækna, jarðarmóðir ella prest til grannaoynna, tá tørvur var á tí. Ofta í ivaveðri.
Tónleikur verður ikki spardur uppá - har Eiðis Ljómfelag aftur leggur fyri, undir leiðslu av Oddur Magnusson Hentze.
Urguleikari verður Sámal Matras Kristiansen.
Fyri fyrstu ferð fer eitt útlendskt kór at syngja, og verður tað Pärnu Kammerkoor úr Estlandi, undir leiðslu av Elo Kesküla.
Eitt Ensamble hjá kórinum fer eisini at framføra. Fyrireikararnir gleða seg til enn einaferð at bjóða fólki til at njóta
løtuna í stórbaru náttúruni. Kaffimuður verður aftaná.