"Marin" á palli við Gjógv
10. jun. 2019
Í dag var frumsýning av dukkuleikinum Marin, sum Helena Fríðheim hevur skrivað og framførur saman við øðrum. Leikurin byggir á gamla søgn við Gjógv um eitt barn, ið varð tikið av einari ørn, men sum kom afturíaftur seinni.
Fult av fólki var til frumsýningina, men tað vera fleiri møgulleikar at síggja dukkuleikin.
Týsdagin 11. juni vera tvær sýningar. Fyrra sýningin er kl. 10 (tá er útselt), og seinna sýningin er kl. 14 (her eru atgongumerkir eftir).
Síðani verða sýningar hvønn dag til og við 19. juni. Gerandisdagar verða sýningarnar kl 10 og 14, meðan lýst verður seinni við, nær sýningarnar eru um vikuskiftið.
Seinastu tíðindi
Jólatræið verður tendrað
20. nov. 2024
Skrá fyri guðstænastuna í Gjónni 11. august 2024
09. aug. 2024
Skrá fyri guðstænastuna í Gjónni
11. aug. 2023
Guðstænasta í Gjónni
20. jul. 2023
Lions stuðlar bygdarhúsinum
05. jun. 2023
Aðalfundur
25. nov. 2022
Jólaguðstænasta úti
24. des. 2021
Ester sang í kirkjuni
19. des. 2021
Leiga bygdarhúsið
03. sep. 2021
Vinnararnir á lutaseðlinum
29. aug. 2021