Eydnuhjól fyri bygdarhúsið

07. aug. 2019

Sunnudagin 22. september 2019 skipar bygdarfelagið Gjáar Samkomuhús fyri eydnuhjóli í bygdarhúsinum.

Avlopið av hesum tiltaki fer til at fíggja virksemi hjá bygdarfelagnum, m.a. at halda við líka bygdarhúsið, sum av og á tørvar eina hjálpandi hond. Bygdarhúsið var út- og umbygt í 1986, so eyðvitað er, at ymiskt slit sæst her og har, sum má takast hond um.

Bygdarfelagið tekur fegið móti vinningum til eydnuhjólið. Teir kunnu latast til Kristian Jákup Joensen, tlf. 235078, Sofus Debes Johannesen, tlf. 216586, Jóhanna Debes Vang, tlf. 227701.

Eisini ber til at flyta felagnum eina upphædd á konto 9181-426.654.6, so keypir felagið vinningar fyri upphæddina.

Bygdarfelagið takkar fyri allan stuðul!


Seinastu tíðindi

Skrá fyri guðstænastuna í Gjónni
11. aug. 2023
Guðstænasta í Gjónni
20. jul. 2023
Lions stuðlar bygdarhúsinum
05. jun. 2023
Aðalfundur
25. nov. 2022
Jólaguðstænasta úti
24. des. 2021
Ester sang í kirkjuni
19. des. 2021
Leiga bygdarhúsið
03. sep. 2021
Vinnararnir á lutaseðlinum
29. aug. 2021
Guðrið Hansdóttir í kirkjuni
04. aug. 2021
Jólatræ í dansistovuni
26. des. 2019