Guðrið Hansdóttir í kirkjuni

04. aug. 2021

Í dag hevði Guðrið Hansdóttir konsert í Gjáar Kirkju.

Konsertin var ein partur av skránni hjá Summartónum.

Guðrið sang eldri og nýggjari løg, sum hon hevur ella fer at geva út.

Størsti parturin av skránni var frá komandi útgávu, sum kemur seinni í ár, og restin var fyri stóran part av seinastu útgávu hennara, sum kom fyri nøkrum árum síðani. Okkurt eldri lag var eisini.

Væl av fólki var komið saman í kirkjuni at lurta eftir Guðrið, og tey fóru ikki vónbrotin av stað aftur. Guðrið er altíð góð at lurta eftir.

Mynd: Sofus Debes Johannesen

Seinastu tíðindi

Skrá fyri guðstænastuna í Gjónni
11. aug. 2023
Guðstænasta í Gjónni
20. jul. 2023
Lions stuðlar bygdarhúsinum
05. jun. 2023
Aðalfundur
25. nov. 2022
Jólaguðstænasta úti
24. des. 2021
Ester sang í kirkjuni
19. des. 2021
Leiga bygdarhúsið
03. sep. 2021
Vinnararnir á lutaseðlinum
29. aug. 2021
Guðrið Hansdóttir í kirkjuni
04. aug. 2021
Jólatræ í dansistovuni
26. des. 2019